Málmur og Gný – eitt super rokk og metalkvøld í Mentanarhúsinum í Fuglafirði
Teir tríggir bólkarnir, Wolfgang, Bloody Dice og Anua prýða plakatina til Málm og Gný tiltakið hin 16. mai 2025.
Wolfgang – risin er vaknaður
Wolfgang er ein av klassisku rokkbólkunum í Føroyum. Teir vóru serliga virknir í 90-unum, tá ið teir vóru risastórir og millum best umtóktu bólkar í landinum. Eftir longri steðg er risin vaknaður aftur og teir arbeiða við nýggjum tilfari, har av fyrsta lagið, “We’re gonna see…” kom út 29. januar. Konsertin í Mentanarhúsinum verður fyrsta almenna framførslan hjá Wolfgang sum heilur bólkur í mong ár.
Bloody Dice – Klassiskur rokkur og metal við beiskum biti
Bloody Dice er ein altjóða rokkbólkur, sum varð stovnaður í 2018. Fyrstu tvey árini fóru við venjingum, lagaskriving og finpussan av stílinum.
Bólkurin telur royndar tónleikarar við fjølbroyttari rokkbakgrund: Danski gittarleikarin Nickie Jensen og trummusláarin Peter Larsen hava áður spælt saman í rokkbólkinum Violmace. Bassisturin Jakob Haugaard spælir bæði við Bloody Dice og við Iron Fire, og hevur eisini spælt við donsku thrash metal legendunum Evil. Føroyski sangarin, Dagfinn Joensen, er kendur frá síni tíð í melodiska rokkbólkinum Fate og í Føroyum fyri sína tíð sum guitarleikari og hjá-sangari í bólkinum Fluffy Toys (m.a. saman við Einar Jacobsen úr Wolfgang) og úr bólkinum Eager to Please.
Í juni 2023 gav Bloody Dice sítt fyrsta album út, sum varð innspælt í søguligu Sweet Silence Studios við framleiðaranum Flemming Rasmussen (Metallica o.m.o.). Útgávan fekk framúr góð ummæli í m.a. Classic Rock Magazine og Powerplay, eins og í lokalu tónleikamiðlunum í DK. Bloody Dice eru í løtuni í gongd við arbeiðið uppá uppfylgjandi útgávuna og eru í toppform at vísa føroyingum, hvat fyri tilfari, teir eru gjørdir av.
Anua – Ungir rokkarar úr Klaksvík
Anua er ein nýggjur, ungur rokkbólkur úr Klaksvík, mannaður av teimum fýra ungu tónleikarunum Aron, Nóa, Uni og Aron. Teir hava longu vakt ans fyri sínum evnum á framførslum á heiðurskonsertum fyri Straight Ahead og á Summarfestivalinum í 2024. Anua eru bara 12 ára gamlir, men teir hava eina heilt serliga orku og spæligleði, sum longu hevur gjørt teir til ein spennandi part av føroyska tónleikapallinum.
Prísur í forsølu 250 kr + 10 kr í avgjaldi – keyp her
Prísur við dyrnar 300 kr