Skip to main content
Loading Tiltøk

Lortið

28. september kl. 18:00 - 20:00

“LORTIД (La Merda) eftir Cristian Ceresoli í Mentanarhúsinum
Mentanarhúsið fegnast um at kunna bjóða til stórslignan nýklassikkara innan modernaðan sjónleik.
Í leikinum “LORTIД (La Merda) hitta vit eina unga kvinnu, ið er til reiðar at gera alt fyri at blíva kend, vinna heiður, og fáa viðurkenning. Hon vil MEYKA DA – eydnast í einum forbrúkarasamfelag, har hon sjálv er vøran.
Leikurin er eitt samtíðar, evropeiskt verk, sum djarvt og fantasifult spælir við dystopiskum temum. Unga kvinnan á pallinum kýtur seg við øllum hon eigur og hevur í sær, men er ikki varug við, at hennara egna kvinnuideal og sjálvshatur eru um at gera av við hana.
Við eldhugaðum offurvilja, full av orku, longsli, vreiði, sorg og eini naivari trúgv uppá, at hon fer at eydnast, um hon bert er tilreiðar at offra og gera tað, sum skal til, letur hon orðini floyma niður í eina mikrofon og út yvir áskoðararnar, alt meðan hon sannførir seg sjálva, og tey sum lurta, um, at bara hon kýtur seg, er djørv og etur eyðmýkingarnar í seg, so skal hon nokk klára tað – MEYKA DA.
“LORTIД hevur vunnið nógvar altjóða prísir og viðurkenningar. Leikurin setur samleika, sjálvsfatan, internalisering, etingarólag, sexismu og strukturellar avbjóðingar hjá eini ungari kvinnu í einum forbrúkarasamfelag, ið er fongt av søguligari valdsójavnvág millum rík og fátøk, menn og kvinnur, sterk og veik á breddan – forbrúkarasamfelagið har øll liggja undir fyri onkrum.
Føroyska uppsetingin bleiv frumsýnd í Norðurlandahúsinum í oktober 2023, og eftir fleiri framsýningar, verður nú møguleiki at síggja hana í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið 28. september 2024 kl. 18.00.
Viðarbeiðarar:
Tulking: Durita Dahl Andreassen
Leikstjórn: Marita S. Dalsgaard
Tekstur: Cristian Ceresoli
Umseting: Marita S. Dalsgaard
Rúm: Marita S. Dalsgaard og Durita Dahl Andreassen
Ljós: Súni Joensen
Grafikkur: Kirstin Helgadóttir
Útgerð og tøkni: Steingrund
Foto: Gwenaël Akira Helmsdal Carré
Smyrsl: Billa Jenny Jónhardsdóttir
Framleiðsla: GUT//Productions og Leikhús SKIFT
Longd: 70 minuttir
Aldursmark: 16 ár
Kritikkur:
“Lortið fær fimm stjørnur frá mær.” – Høgni Djurhuus, Sosialurin
“Hetta er eitt stórt listarligt verk, bæði groteskt og í løtum sárbart, men eisini stuttligt.” – Kinna Poulsen, Listaportal.com

“Tað er ótrúliga stór list, og leikurin setur kvinnukúgan á ein piedestal.” – Niels Uni Dam, Vágskálin KvF

LORTIÐ (La Merda) er upprunaliga skaptur av Cristian Ceresoli í samstarvi við  sjónleikarinnuna Silivu Gallerano og framleiddur av Frida Kahlo Productions, Richard Jordan Productions og Produzioni Fuorivia í samstarvi við Summerhall. 

Tá ið LORTIÐ (La Merda) varð frumsýndur á Edinburgh Fringe Festival í 2012, sendi hann skjálvtar gjøgnum altjóða leiklistaheimin. Leikurin var róptur eitt leiklistaligt fenomen og hevur síðani spælt í London, Edinburg, Oslo, Sao-Paulo, Adelaide, Berlin, Lisbon, Keypmannahavn, Vancouver og verið á leikferð um alt Italia. Hann hevur m.a. spælt á Soho Theatre (London), Adelaide International Festival og Maxim Gorki Theater (Berlin). Upprunaliga viðurkenda uppsetingin er framvegis á leikferð á altjóða pallum. 

Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo

Útgreining

Dato:
28. september
Nær / kl.:
18:00 - 20:00
Tiltak bólkur:

Stað

Mentanarhúsið
Karvatoftir 5
Fuglafjørður, 530
+ Google Map