Siri Sørensen er úr Søldarfirði. Hon er 37 ár, og útbúgvin cand.pæd.soc.
Vit kenna kanska Siri best sum blaðstjóra á Kvinnu, men eisini sum sangarinnu í bólkinum Ipkiss.
Vit hava boðið Siri at koma norð at vísa okkum, hvørja list hon hevur á sínum veggi heima við hús.
Vit bjóða tí inn til fernisering í Mentanarhúsinum sunnudagin 5. februar 2017 kl. 15.00, har møguleiki verður at hoyra Siri greiða eitt sindur frá sínari list. Vit bjóða til boblir og kransakøku.
Framsýningin verður hangandi frá 5. februar til og við 12. februar 2017