Loading Tiltøk

« Øll Tiltøk

  • Hetta tiltak er liðugt.

Norðoya Sparikassi 100 ár

23. februar, 2019 kl. 10:00

Norðoya Sparikassi bjóðar morgunmat í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 23. februar
Í sambandi við 100 ára hald sparikassans í 2019 verður bjóðað til stórt morgunmatarborð leygardagin 23. februar kl. 10-13 í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Skrá:

10:00 Poul Jákup Mohr, leiðari, bjóðar vælkomin

10:30 Siloakórið syngur

10:45 Jóannes Hansen, næstformaður í nevndini í Norðoya Sparikassa, sigur frá

11:45 Stuðulsavtala við ÍF verður undirskrivað

12:30 Fuglafjarðar sangkór syngur

Eyðun á Lakjuni spælir hugnaligan tónleik undir tiltakinum.

Eisini vitjar kendi tíðindamaðurin hjá DR Steffen Gram og kunnar um fyrilesturin á Spinnarínum í Klaksvík seinni sama dag.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Útgreining

  • Dato: 23. februar, 2019
  • Nær / kl.:
    10:00
  • Tiltak bólkur:

Stað