Forkunnug norðurlendsk matstova í Ribarhúsi 1., 2. og 3. sept. við íslendsku Fanney Dóru Sigurðsjónsdóttir og Leif Sørensen
Í sambandi við Mentanardagarnar 1. til 3. september hevur Leif Sørensen bjóða íslendska kokkinum Fanney Dóru Sigurðsjónsdóttir til Fuglafjarðar, og fara tey trý kvøld á rað, at standa fyri eini áhugaverdari matstovu í Ribarhúsi/Piddasahandli við 5 rættaðari matskrá inspirerað av lokalum rávørum. Fanney Dóra er við á íslendska kokkalandsliðnum, hevur starvast á Slippinum á Vestmannoyggjum. Hon starvast í løtuni á nýggju, vælumtøktu Matbar í Reykjavík.
Matstovan í Ribarhúsi er skipað soleiðis, at allir gestirnir møta samstundis og síðani koyrir 5 rættað matskrá sum byrjar:
Fríggjakvøldið kl. 19.00
Leygarkvøldið kl. 19.00
Sunnukvøldið kl. 18.00
5 rættað matskrá 549 kr umframt drykkivørur. Avmarkað pláss.
Fyrispurningar og bíleggingar kunnu sendast til mentanardagar@fuglafjordur.fo ella á tlf 238001
———–
Leygardagin 2. september fer matstovan í Ribarhúsi, sum nakað annað, eisini at bjóða ein norðurlendskan middagdtallerk fyri 150 kr. Hetta tilboðið verður tó bert leygardagin millum kl. 12.00 – 16.00. Tað er ikki gjørligt at bíleggja borð til hetta framanundan.
Vælgagnist!