Skip to main content
Loading Tiltøk

Konni Kass og Anders Riis í Mentanarhúsinum

1. september, 2017 kl. 20:00 - 23:00

Norðurlendaska tónleikasamstarvið Puls, rakar Mentanarhúsið í Fuglafirði við einum braki 1. september, tá føroyska Konni Kass og danin Anders Riis hava fyrstu av trimum Pulskonsertum í Fuglafirði.

Norðurlendska tónleikasamstarvið Puls, rakar Mentanarhúsið í Fuglafirði við einum braki 1. september, tá føroyska Konni Kass og danin Anders Riis hava fyrstu av trimum Pulskonsertum í Fuglafirði.

Vikuskiftið, 1.-3. september eru Mentanardagar í Fuglafirði, og í tí sambandi eru tríggjar konsertir við trimum av okkara fremstu tónleikanøvnum. Konni Kass, Orka og Eivør. Hvør í sínum lagi, hava tey bjóða einum øðrum norðurlendskum navni við til kvøldini.

Konni Kass er vertur fyrsta kvøldið. Hon hevur bjóða dananum Anders Riis við. Anders Riis er útvarps aktuellur við lagnum, ’Uniform’. Hetta er fyrsta staklag av plátuni Alt Væk, ið er fyrsta danskmælta útgáva hjá honum.

Anders Riis hevur áður útgivið tríggjar nógv spældar og ummælararóstar ensktmæltar plátur undir heitinum Southern Gothic Tales.

Við sær á pall hetta kvøldið hevur Anders bólkin hjá Konni Kass.

Konni Kass, sum í heyst útgav debut plátuna Haphe, er farin í holt við uppfylgjaran. Forsmakkir uppá henda næsta kapittulin verða at hoyra á konsertini.

Síðan útgávuna hevur Konni ferðast nógv kring Evropa, og spælt á festivalum og tiltøkum í Føroyum.

Bólkurin er ein væl samanspæld eind og telist millum teir bestu og best umtóktu bólkarnar í landinum. Konni Kass syngur og leikar saksofon og afturat sær hevur hon Torleik Mortensen á bassi, Knút Háberg Eysturstein á tangentum og Per Ingvald Højgaard Petersen á trummum.

Konsertin er 1. september kl. 20 í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, konsertin er partur av norðurlendska tónleikaátakinum hjá Norðurlendska Mentanargrunninum: Puls, ið stuðlar live tónleiki í Norðurlondum. Mentamálaráðið hevur somuleiðis stuðlað.

Meira um Anders Riis

Anders Riis á Youtube

Anders Riis á Facebook:

Meira um Konni Kass

Konni Kass á Spotify

Konni Kass á Youtube

 

Útgreining

Dato:
1. september, 2017
Nær / kl.:
20:00 - 23:00
Tiltak bólkar:
,

Stað

Mentanarhúsið
Karvatoftir 5
Fuglafjørður, 530