Sigarir, romm, whisky og Champagne
Ryggstein Sigarir bjóða til eina hugnaløta í essinum við sigar og whisky, romm ella bobblum. Tí ein sigar er so nógv meira enn ein góður smakkur og angi. Sigarin bjóðar uppá ein øðrvísi lívstíl – ein avslappað løta, sum kann geva alt frá ró í tonkum til eina hugnaliga, sosiala løtu við vinum og kenningum. Við einari sigar í hondini floyma tankar og dreymar høgt, trupulleikar verða loystir og nýggj netverk knýtt.
Tú velur sigarina og paringina; vit klippa og tendra. Vit veita upplæring í Cigar Ettiquette, vegleiða og greiða frá sigarum, og paringum.
Sigarinar eru frá Domincan Repulic, kremuttar sigarir við nógvum royki og afturvið verða tað 5 ymiskar whisky, 5 ymiskar romm og 2 ymiskar bobblur at velja í millum.
Støkk inn á gólvið í Norðrastovu í Mentanarhúsinum á Mentanardøgunum.
Upplatingartíðir:
Fríggjadag: 18-24
Leygardag: 14-24