Skip to main content
Loading Tiltøk

Pulskonsert við Leu Kampmann og Eik Octobre

4. mai, 2019 kl. 20:00 - 22:30

So verður aftur Puls á skránni í Mentanarhúsinum, leygarkvøldið 4. mai fara Lea Kampmann og danin Eik Octobre á pall.

Lea Kampmann

Lea Kampmann er langt síðan farin, frá at vera eitt tað mest lovandi tónleikanavnið á føroyska pallinum, til at vera millum okkara allar bestu. Hennara gløggi poppur hevur dýpd, og verður borin fram av hennara framúr inniligu rødd og bólkinum, ið hevur lært at ganda hennara kompositiónir um til sveimandi ljóðmyndir.

Fyrsta útgávan hjá Leu Common Blue varð væl móttikin og tráspæld í Kringvarpinum. Hon er síðan fylgd upp av frálíkum løgum, ið veruliga vísa hennara dygdir. Ikki minst frálíka samstarvið við júst Eik Octobre, lagið Tað var eg, frálíku løgini úr útvarpsleikinum Flytifuglar: Hevur tú tað betri nú?, Fjøtraðir skuggar og duettin við Marius Ziska Heima er saman við tær.

Fyri stuttum var Lea aftur aktuell við staklagnum Sail, ið boðar frá, at hon enn hevur eina greiða leið setta út í kortið.

Eik Octobre

Emil Skovsgaard Christensen, ið goymir seg handan navnið Eik Octobre, er klaverleikari og tónaskald, vit føroyingar varnaðust hann av álvara, tá hann í fjør bjóðaði Leu Kampmann at syngja á útgávu síni.

Annars er tað melankolskur klassiskt kendur instrumentaltónleikur, ið eyðkennir tónlistarligu leiðina hjá Eik Octobre.

Eins og eitt  nú Ólafur Arnalds, Nils Frahm og Phillip Glass, ferðast Eik Octobre innan tær einføldu og tolnu kompostiónirnar.

Hetta er norðurlendsk melankoli við sinum, langtandi ljóðum og rørandi melodium, ið siga sína søgu, uttan at brúka orð.

Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo.

Konsertirnar eru partur av norðurlendska tónleikaátakinum Puls, eisini Mentamálaráðið  og Atlantic Airways hava stuðlað.

Útgreining

Dato:
4. mai, 2019
Nær / kl.:
20:00 - 22:30
Tiltak bólkar:
,