11. mai vitja næmingar úr Tórshavnar musikkskúla í Mentanarhúsinum.
Musikkskúlaskipanin er fyrimyndarlig, og nógv av okkara fremstu tónleikanøvnum hava fingið sína tónlistarligu uppaling her.
Nú fáa vit eitt serligt høvi, at uppliva nøkur av teimum, ið komandi árini fara at gera um seg á tónleikapallinum.
Konsertin verður í Mentanarhúsinum leygardagin 11. mai kl. 16.00