Skip to main content
Loading Tiltøk

Marius Ziska og Esben Svane í Mentanarhúsinum

18. mai, 2019 kl. 20:00 - 22:00

Á Pulskonsertini 18. mai spæla Marius Ziska og danin Esben Svane.
Sum vant á Puls spælir ein føroyskur bólkur, umframt ein útlendskur gestur, tað kann vera ein solistur ella ein bólkur.

Esben Svane byrjaði sum trummuleikari í ymiskum bólkum á danska undirgrundpallinum, men seinni árini hevur hann veruliga gjørt um seg bæði í bólkum og sum framleiðari. Hann stovnaði bólkin Ulige Numre, og vann danska melodi grandprixið í 2011 við bólkinum A Friend in London.

Hann hevur síðan arbeitt sum framleiðari fyri eitt nú Søs Fenger og Ida Wenøe, umframt føroysku Danny & The Veetos.

Hann hevur eisini luttikið á verkætlanini Michael Falch & Vildfugle, umframt, at hann hevur givið fleiri útgávur undir navninum “The Radar Post”, í hesum sambandi hevur hann spælt nógv uttanlands.

Í løtuni arbeiðir Svane við síni fyrstu útgávu á donskum, ein útgáva, har m.a. ein donsk útgáva er av sanginum Nærveran hjá Marius Ziska. Konsertin í Føroyum er ein smakksroynd uppá henda nýggja tónleik, ið verður lýstur sum erligur og nærverandi.

Marius Ziska vann ein FMA fyri ársins útgávu við Portur, ið kom út í fjør, og hansara bólkur hevur spælt útseldar konsertir kring landið. Hetta er ein av allar bestu føroysku live bólkunum.

Útgreining

Dato:
18. mai, 2019
Nær / kl.:
20:00 - 22:00
Tiltak bólkar:
,

Stað

Mentanarhúsið
Karvatoftir 5
Fuglafjørður, 530