Skip to main content
Loading Tiltøk

Rökkvi & Jákup á Lakjuni

1. mars, 2020 kl. 20:00 - 23:00

Sunnukvøldið 1. mars kl 20:00 er Mentanarhúsið  karmur um eina konsert við fullmannaða tónleikabólkinum Rökkvi og Jákupi á Lakjuni.
 RÖKKVI:

Handan listafólkanavnið Rökkvi, goymur seg Fuglfirðingurin Rógvi Oddvörson. 

 Rökkvi varð stovnaður á vári í 2015, so hesin bólkurin er væl etableraður á føroyska tónleikapallinum. Hann hevur luttikið á fleiri konsertum, festivalum og líknandi tiltøkum. Rökkvi spælir melodiskan popp/rokk við electro ísletti, og løgini eru sera fangandi.

Bólkurin hevur eisini m.a. luttikið á Arctic Sounds Festival í Sisimiut. Eisini hevur bólkurin spælt tvær ferðir í Íslendska Norðurlandahúsinum, m.a. til eitt tiltak í samband við Iceland Airwaves. 1. mars í mentanarhúsinum spæla RÖKKVI eisini onkur nýggj og óútgivin løg.

 https://www.facebook.com/roekkvi

 JÁKUP Á LAKJUNI:

Jákup Á Lakjuni gevur sangskrivarasjangruni eina heilt serliga inniligheit. Løg og framførsla eru djúp og nærverandi, eins og boðskapurin í tekstunum er umhugsin og kemur beint frá hjartanum.

 “Only your waves” live: https://www.youtube.com/watch?v=FvirpHrSkOo

Útgreining

Dato:
1. mars, 2020
Nær / kl.:
20:00 - 23:00
Tiltak bólkur:

Stað

Mentanarhúsið
Karvatoftir 5
Fuglafjørður, 530