Hósdagin, 21. mai, tað er Kristi himmalsferðardag, kl. 17 hevur Siloakórið útikonsert við Mentanarhúsið í Fuglafirði.
Kórið, ið er knýtt at samkomuni í Siloa, hevur mong ár á baki og hevur sínar regluligu venjingar eina ferð um vikuna.
Eins og við øllum øðrum slíkum virksemi, so hava venjingarnar hjá Siloakórinum eisini verið av ongum, meðan corona-sóttin hevur herjað. Men síðani myndugleikarnir loyvdu, at 50 fólk kundu savnast, hevur kórið havt nakrar fáar venjingar. Tað er Eyðun á Lakjuni, sum stjórnar.
Kórið fer at syngja í ein tímans tíð saman við lítlum orkestri og solistum. Ætlanin var at syngja til páskastevnuna á Kambsdali, ið varð avlýst, so ivaleyst verður onkur páskasálmur at hoyra.
Veðrið hevur alt at siga, um slíkt tiltak skal eydnast til fulnar, og verður tað ikki til vildar, verður farið innum – og sjálvandi verða tilmælini frá myndugleikunum hildin.
Konsertin er sum sagt Kristi himmalsferðardag kl. 17.