Sjampanjubrunch í Mentanarhúsinum í Fuglafirði
Í sambandi við at Prince Harry – sonur prinsessu Dianu – og filmstjørnan Megan Markle vera gift 19. mai, fer Mentanarhúsið í Fuglafirði at bjóða til risa sjampanjubrunch samtíðis sum vígslan fer fram í Onglandi.
Á hesum tiltakinum fær man eisini spennandi brúdleyps-íblástur, samtíðis sum man fær høvi at síggja vígsluna á stórskíggja.
Ein fær høvið at smakka leskiligan mat og pinnamat, frukt og leskiliga brúðarkøku og brúsandi drykkir.
Eisini sleppur tú at sita í marglætisbili og kenna teg sum eina rætta brúður ella brúðgom ella sum eitt veruligt royalt brúðarpar.
Ikki síðani 1956, tá Fúrstin Rainier úr Monaco giftist við filmstjørnuni Grace Kelly, hevur verið eins stórur áhugi í einum royalum brúdleypi – helst tí at brúðurin er kend filmstjørna frammanundan. Eitt nú kostar kjólin hjá Megan Markle eina millión krónur. Hetta er tætt við prísin á brúðarkjólanum hjá Dianu, sum kostaði 1,1 millión.
Tað er nú summarið byrjar!
Kl: 10.00 – Check-inn til Sjampanjubrunch í Mentanarhúsinum. Brúdleypið koyrir á stórskíggjanum.
Kl: 11.00 – Gestirnir koma í St. Georges Chapel í Windsor Castle.
Vit fylgja sjálvandi við og hyggja eftir flottum kjólum og klædningum.
Kl: 12.00 – Sig “Ja” – Kongaligt brúdleyp.
Vit bíða spent til Megan kemur í kirkjuna og sigur ja til sín prins.
Kl: 13.00 – Brúðarparið kemur úr kirkjuni. Vit fylgja glað við.
Kl: 14.00 – Takk fyri í dag.
Atgongumerkið gevur tær:
Lekkran sjampanjubrunch, drykkjuvørur og beinleiðis stroyming frá kongaliga brúdleypinum úr Onglandi á stórskíggja.
Íblástur til brúdleyp og stórar veitslur.
Beinleiðis prát við framvísarar og seljarar, smakking av brúðarkøkum, kaffi/te.
Veitarar:
DP Køkur
Fuglafjarðar Ellisakfør
Blómuhandilin Flora
Mentanarhúsið
Lykke Limo
Brúðarprýði
Blómuhandilin Orkis
Várperlan
Magna Jacobsen
Odwear
Gevið gætur:
Sessirnir eru ikki í talrøð og máltíðirnar eru við vøkur rund uppdekkaði borð, í stóra stásiliga salinum í Mentanarhúsinum.
Atgongumerki fáast fyri 150 kr. + avgreiðslugjald á atgongumerki.fo og fyri 200 kr. við dyrnar.