Loading Tiltøk

« Øll Tiltøk

  • Hetta tiltak er liðugt.

Summartónar: Lipet ei – Yggdrasil

19. juli, 2018 kl. 20:00 - 22:00

Hóskvøldið 19. juli kl. 20.00, hevur tú høvi at hoyra Lipet ei- Yggdrasil í Mentanarhúsinum.
Kristian Blak er fyriskipari av føroyska orkestrinum Yggdrasil. Ein tann nýggjasta verkætlanin hjá teimum, er saman við sibirisku songkvinnuni Vera Kolndrateva frá Khanty minoritetinum. Khantyfólkið er í ætt við sámafólkið. Kristian Blak og Yggdrasil spæla konsertir í nógvum londum á hvørjum ári og hava í nógv ár verið á konsertferð í Grønlandi og Íslandi.

Í 2016 varð plátan “Lipet Ei – Seven Brothers” givin út, og síðani hava tey verið á konsertferð í Føroyum, Estlandi, Letlandi og Sibiria, har tey føra khanty, grøndlendskar, íslendskar og føroyskar siðvenjur saman. Limirnir eru hesir:

Vera Kondrateva: Vocal, Percussion

Heðin Ziska Davidsen: Guitar

Kristian Blak: Piano

Mikael Blak: Bass

 

Atgongumerki fæst við dyrnar og kostar 50 kr

Dyrnar lata upp kl 19.30

Útgreining

  • Dato: 19. juli, 2018
  • Nær / kl.:
    20:00 - 22:00
  • Tiltak bólkur:

Stað