Skip to main content
Loading Tiltøk

Uppstillingarfundur til skúlastýrið

21. oktober, 2020 kl. 19:00 - 21:00

Uppstillingarfundur
Uppstillingarfundur til skúlastýrið fyri Fuglafjarðar skúla verður í Mentanarhúsinum mikukvøldið 21. oktobur 2020.

Skrá:

Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari í Undirvísingar- og mentanardeildini í UMMR, kemur at greiða frá týdninginum av arbeiðinum hjá einum skúlastýri

Ólavur Thomsen, formaður í valnevndini, kunnar um skúlastýrisvalið 2020

Gudny Vang, næstforkvinna í skúlastýrinum, greiðir frá arbeiðinum hjá skúlastýrinum fyri Fuglafjarðar skúla.

Eftir fundin hava tey, sum møtt eru, høvi til at stilla upp valevni og lata inn uppstillingarlistar.

Øll foreldur/avvarðandi at børnum í Fuglafjarðar skúla eru vælkomin, eins og foreldur/avvarðandi at næmingum, sum skúlaárið 2021-2022 koma at ganga í framhaldsdeildini.

Leiðslan

Útgreining

Dato:
21. oktober, 2020
Nær / kl.:
19:00 - 21:00
Tiltak bólkur:

Stað

Mentanarhúsið
Karvatoftir 5
Fuglafjørður, 530