Nú kemur Svein í Prestgarði til Fuglafjarðar – Ein av best umtóktu gospel- og countryrøddum okkara Svein í Prestgarði kemur til Fuglafjarðar við sínum vælspælandi bólki, sínum inniligu country løgum og góða boðskapi.
Svein er nýliga afturkomin til Føroyar úr Nashville, har hann brúkti august mánaða í upptøkuhølunum. Úrslitið varð fløgan “Bønarhendur”, ið er tann triðja fløgan hjá Sveini. Møguleiki verður at ogna sær fløguna til tiltakið, og Svein signerar hana eisini til tey, ið hava hug.
Svein hevur ferðast nógv, viđ sínum tónleiki og boðskapi seinastu árini .- Hann hevur vunnið mong hjørtu- í Føroyum, Danmark, Noregi, Íslandi og Grønlandi.
Atgongumerkir fáast við dyrnar frá k 20.00 ella her