Valfundur í Mentanarhúsinum, fríggjakvøldið 6. november kl. 20
Luttakarar: listi Á, listi B, listi F
Høvuðsyvirskrift: VISJÓNIN fyri Fuglafjørð, 2021-2024
Kjakið tekur støðið í tí, sum Fuglafjørður hevur at bjóða, og hvørjar visjónir listarnir hava fyri kommununa næstu fýra árini.
Deilevni-1: Meirvirðið í stóru íløgunum
Risa íløgur eru gjørdar og verða gjørdar í nýggjan skúla (”meira enn ein skúli”) & stásiligt ítróttarhús. Hvussu ætla tit at fáa sum mest burturúr hesum íløgum?
Deilevni-2: Vinnan & vitanin
Vinnulívið í Fuglafirði ger íløgur fyri hundraðtals milliónir, samstundis sum dreymurin um ”Kampus Kambsdal” fær kommunala heiðursløn. Hvørjar visjónir hava tit fyri at samantvinna sterka vinnulívið og vitanina í kommununi?
Deilevni-3: Trivnaður & fólkavøkstur
Fuglafjørður tykist framvegis hava trupult við at fáa fatur í fólkavøkstrinum. Hvussu ætla tit at fáa fólkavøkstur í Fuglafirði?
Deilevni-4: Visjónin fyri komandi býráð & Samanumtøka
Vit hava nú hoyrt, at Fuglafjørður hevur sterkt vinnulív; góð skúla-, frítíðar- og mentanartilboð o.s.fr. Hvussu ætla tit at menna kommununa, og hvønn leiklut skal kommunan hava í føroyska samfelagnum næstu árini? NB: Vit enda hetta umfarið við nøkrum skjótum ”ja/nei” spurningum.