Skip to main content
Loading Tiltøk

Valfundur við lista B

2. november, 2020 kl. 19:30 - 21:30

Valfundur í Mentanarhúsinum, fríggjakvøldið 6. november kl. 20
Luttakarar:  listi Á, listi B, listi F

Høvuðsyvirskrift: VISJÓNIN fyri Fuglafjørð, 2021-2024

Kjakið tekur støðið í tí, sum Fuglafjørður hevur at bjóða, og hvørjar visjónir listarnir hava fyri kommununa næstu fýra árini.

 

Deilevni-1: Meirvirðið í stóru íløgunum

Risa íløgur eru gjørdar og verða gjørdar í nýggjan skúla (”meira enn ein skúli”) & stásiligt ítróttarhús. Hvussu ætla tit at fáa sum mest burturúr hesum íløgum?

 

Deilevni-2: Vinnan & vitanin

Vinnulívið í Fuglafirði ger íløgur fyri hundraðtals milliónir, samstundis sum dreymurin um ”Kampus Kambsdal” fær kommunala heiðursløn. Hvørjar visjónir hava tit fyri at samantvinna sterka vinnulívið og vitanina í kommununi?

 

Deilevni-3:  Trivnaður & fólkavøkstur

Fuglafjørður tykist framvegis hava trupult við at fáa fatur í fólkavøkstrinum. Hvussu ætla tit at fáa fólkavøkstur í Fuglafirði?

 

Deilevni-4: Visjónin fyri komandi býráð & Samanumtøka

Vit hava nú hoyrt, at Fuglafjørður hevur sterkt vinnulív; góð skúla-, frítíðar- og mentanartilboð o.s.fr.  Hvussu ætla tit at menna kommununa, og hvønn leiklut skal kommunan hava í føroyska samfelagnum næstu árini? NB: Vit enda hetta umfarið við nøkrum skjótum ”ja/nei” spurningum.

 

Útgreining

Dato:
2. november, 2020
Nær / kl.:
19:30 - 21:30
Tiltak bólkur:

Stað

Mentanarhúsið
Karvatoftir 5
Fuglafjørður, 530