Sunnudagin kl. 16 hava tit møguleika at hitta kvinnulig valevnir persónligt og tætt uppá. Tá skipa vit fyri einari valcafé í Mentanarhúsinum, har møguleiki verður fyri at keypa sær okkurt gott í caféini, hitta kvinnulig valevnir og flenna eftir einari stuttligari sketch hjá Riu Tórgarð.
Kvøldið verður skipað soleiðis, at vit lata upp kl. 16. Kvinnuligu valevnini fáa høvi at siga frá hvat teirra visión fyri Fuglafjørð er, og hvat tey serliga ynskja at arbeiða fyri.
Síðani er Ria Tórgarð á skránni. Hon framførir eina stuttliga sketch, gjørda til høvi, um kvinnur og politikk. Síðani fáa áhoyrararnir møguleika fyri at seta seg við borðið hjá tí ella teimum valevnum, sum tey helst vilja tosa við ella spyrja um eitt hvørt.
Hetta er fyri at skapa eitt forum, har veljarin setir skránna, og har tað verður friður at práta um júst tað, sum veljarin og valevni sjálvt halda hevur týdning. Einki tema er fyri kvøldinum og eingin orðstýrari stýrir kjakinum. Kvinnuligi valevnini fáa høvi at greiða frá júst tí, sum tey ynskja at arbeiða fyri og at lurta eftir, hvat veljarin, kvinna ella maður, heldur hevur týdning.