Vit ímynda okkum, at tann, ið fer at reka kafeina, við sannari matargleði á breddanum, kann birta undir eina góða heildaruppliving av Mentanarhúsinum.
Kafein og Mentanarhúsið virka í tøttum samstarvi, og kafein er ofta karmur um smærri tiltøk, eitt nú listaframsýningar og almennar fyrilestrar. Kafein heldur til í ovara enda á húsinum, og hevur pláss fyri umleið 100 gestum.
Umframt at hava opið, tá ið tiltøk eru í húsunum, hevur kaféin opið soleiðis:
Mán-frí kl. 10.00-17.00
Leyg-sun kl. 11.00-17.00
Køkurin í kafeini er góðkendur ídnaðarkøkur og hóskar væl til bæði stór og smá tiltøk. Haraftrat er køkurin væl egnaður til virksemi í sambandi við vistveiting. Mentanarhúsið hevur skeinkiloyvi, matstovuloyvi og alment loyvi.
Endalig avtala um treytir og skyldur partanna millum verður gjørd í samráði við skikkaðar umsøkjarar.
Mentanarhúsið tilskilar sær rætt til at velja millum innkomnar umsóknir, ella onga at velja.
VILT TÚ VITA MEIRA
Nærri kunning fæst við at venda sær til Jónas Bloch Danielsen, leiðara í Mentanarhúsinum, á telefon 23 80 70 ella um teldupost MH@fuglafjordur.fo
UMSÓKNIR
Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 10. desember kl 18.00 og sendast til: Mentanarhúsið í Fuglafi rði Karvatoftir 530 Fuglafjørður
MENTANARHÚSIÐ Mentanarhúsið bjóðar mentanarligar og listaligar upplivingar, ið eru við til at ríka um føroyskt mentanar lív. Húsið er karmur um tónleik, sjónleik, fram sýningar, fyrilestrar, skeiðvirksemi, fundir og privatar veitslur.
Vælumhugsaðu, smidligu hølini og góðu ljós- og ljóðviðurskiftini gera, at húsið hóskar væl til alskyns mentanartiltøk. Húsið er ein perla og ein mentanarligur miðdepil í økinum.