Jógvan spælir “Tøgn”
Mentanarhúsið Karvatoftir 5 FuglafjørðurJógvan spælir “Tøgn” á Mentanardøgum í Fuglafirði
Fríggjakvøldið 6. september fer Jógvan at framføra sína nógv róstu útgávu "Tøgn" í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Við sær á pallinum hevur hann Torleik Mortensen (bass), Andreas Tykjær Restorff (cello), Jan Rúna Poulsen (slagverk) og Trónd Bogason (tangentar). Hetta verður ein serstøk uppliving, har tónleikur, yrking og ekspressiv rødd Jógvans sameinast í eini djúpari og vakrari frásøgn um lívið.
Atgongumerki á 130 kr. kunnu keypast á atgongumerki.fo.
Eftir konsertina verður svimjihyljakonsert við Lenu og Niclas í svimjihylinum í Fuglafirði.