Okkara ivaleyst mest virdi sangari og sangskrivari seinastu 20 árini Teitur bjóðar okkum á eina tónlistarliga ferð inn í krás fyri oyru og sál, tá hann fer á pall í Mentanarhúsinum.
Hetta er onnur av trimum konsertum, ið verða í Mentanarhúsinum trý tey fyrstu vikuskiftini í advent. Hesi kvøldini vitjar matstovan Frumbiti í Mentanarhúsinum, og tí ber til at fáa eina heildaruppliving, har smakksansirnir verða kýndir, áðrenn Teitur kemur at framføra.
Bílegg heildarupplivingina her
Teitur hevur ferðast kring allan heim við sínum sangum og framført fyri fullum ítróttarstadiumum eins væl og lítlum klubbum, hann hevur spælt fyri kongum, drottningum, forsetum og øllum øðrum kring heimin, men leygarkvøldið 9. desember kemur hann til Fuglafjarðar.
Konsertin byrjar kl. 21.00, ynskir man at eta áðrenn, ber til at bíleggja borð hjá Frumbita frá kl. 18.00