Almenn móttøka fyri Jákup Frants Larsen
Fuglafjarðar kommuna skipar fyri almennari móttøku fyri nýliga fráfarna kommunustjóranum, Jákup Frants Larsen. Móttøkan verður hildin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði fríggjadagin tann 23. oktober 2020 kl. 14:00 – 16:00. Høvið verður samstundis, at heilsa upp á nýggja kommunustjóran, Henrik Weihe Joensen. Øll eru vælkomin.
Jákup Frants Larsen byrjaði í starvi hjá Fuglafjarðar kommunu tann 1. juni 1974, og hevði hann verið í starvi hjá kommununi í samfull 46 ár og 3 mánaðir nú hann gavst tann 31. august í ár. Heilar 659 býráðsfundir hevur Jákup Frants luttikið í sum skrivari, og hann hevur verið næsti ráðgevi hjá 6 ymiskum borgarstjórum.
Jákup Frants Larsen byrjaði sína starvstíð hjá Fuglafjarðar kommunu sum skrivstovufólk, og arbeiddi hann fyrsta árið serliga við skattaviðurskiftum, sum kommunurnar tá umsótu. Longu í 1975 byrjaði Jákup Frants sum býráðsskrivari og leiðari av kommunalu fyrisitingini. Síðani 2016 hevur arbeiðsheitið hjá Jákup Frants Larsen verið kommunustjóri.
Nógvar broytingar eru hendar í kommunalum høpi og í samfelagnum í heila tikið mongu árini, ið Jákup Frants hevur arbeitt í kommunalu fyrisitingini. Eisini í Fuglafirði eru stórar broytingar farnar fram á fleiri økjum, og við sínum dugnasemi og tokka til Fuglafjørð, Kambsdal og Hellurnar, hevur Jákup Frants megna, at stuðla dugnaligum og framskygdum býráðspolitikkarum í at menna Fuglafjarðar kommunu til ein framkomnan bý við fjølbroyttum virksemi.
Umframt álitissessin sum býráðsskrivari og kommunustjóri, so hevur Jákup Frants Larsen eisini havt týdningarmiklan leiklut í kommunufelagshøpi. Hann hevur verið formaður í starvsbólkinum í Kommunufelagnum síðani felagið varð stovnað í 2014. Jákup Frants var eisini formaður í starvsbólkinum hjá Kommunusamskipan Føroya (KSF) árini frá 2009 til 2014. Eisini í hesum álitisstørvum hevur Jákup Frants Larsen ogna sær holla vitan um kommunal viðurskifti í breiðum týdningi, sum eisini starvsfólk og leiðarar úr øðrum kommunum hava fingið góða nyttu av.
Stavsfelagir lýsa Jákup Frants til at hava nógvar góðar eginleikar: Hann er gløggur, kvikur bæði í sinn og skinn, og hann hevur eitt óvanliga gott minni; og onkuntíð hevur verið sagt um Jákup Frants, at hann er “eitt vandrandi leksikon”. Starvsfelagarnir hava tí verið tryggir við, at hava havt Jákup Frants við sína lið, tí hann hevur verið álítandi, ábyrgdarfullur og politiskt óheftur í útinnanini av starvinum sum býráðsskrivari og kommunustjóri.
Fuglafjarðar kommuna vil við hesum orðum takka Jákup Frants Larsen fyri góða og trúgva tænastu fyri kommununa í øll hesi mongu ár. Eisini vil kommunan ynskja Jákup Frants, konuni Marjun og familjuni annars, alt tað besta í komandi tíðum.
Fuglafjørður, 19. oktober 2020
Fuglafjarðar kommuna
Sonni á Horni
Borgarstjóri