Skip to main content
Loading Tiltøk

Stanley – Útgávukonsert

24. oktober, 2020 kl. 20:00 - 23:00

Leygardagin 24. oktober hevur Stanley Samuelsen útgávukonsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Her fer hann, saman við Sigurd Kehlet, guitar, Jóhannus Á Rógvu Joensen, bass, og Rógva á Rógvu, trummur, at spæla løg frá nýggjastu útgávuni, Stanley No. 8.
Stanley byrjaði í Silly Boys fyrst í 60unum og var í ymiskum bólkum og genrum, inntil hann í 1990 fór at spæla egin løg, sum hann eisini hevur ferðast við runt um í verðini.

Abbasonur Stanley, Sigurd – uppkallaður eftir langabbanum úr Fuglafirði – spælir guitar á hesi konsertini. Hann hevur lisið til rytmiskan tónleikara á Syddansk Musikkonservatorium í Esbjerg og hevur verið við í fleiri bólkum og tónleikaverkætlanum – serliga innan málmtónleik.

Hinir báðir evnaríku tónleikararnir í bólkinum eru navnframu Jóhannus á Rógvu Joensen, bass, og Rógvi á Rógvu, trummur.

Á nýggju fløguni eigur Stanley løgini og fleiri tekstir, meðan aðrir tekstir eru eldri føroyskar yrkingar. Fløgan er framleitt í egnum studio, og Stanley spælir øll ljóðførini, uttan trummurnar, sjálvur. Tutl stendur fyri útgávuni, sum fæst til keyps sum fløga, men sum eisini kann takast niður talgilt.

Vegna Korona er avmarka pláss til konsertina

Útgreining

Dato:
24. oktober, 2020
Nær / kl.:
20:00 - 23:00
Tiltak bólkar:
,

Stað

Mentanarhúsið
Karvatoftir 5
Fuglafjørður, 530