Nú styttist til valið 8. november, og fólk eru, sum vera man, spent.
Allir 3 listar verða umboðaðir á pallborðsfundi í Mentanarhúsinum mikukvøldið 2. november 2016.
Evnini, sum verða vend eru: skattur og skattaprosent, trivnaður, bústaðir og samanlegging.
Jón Brian Hvidtfeldt verður orðstýrari.
Kafein við góða kaffinum og køkum frá Marietta konditarí verður sjálvandi eisini opin.
Vit vóna at síggja nógv kjakhugaði fólk