“Samrøður um tónleik” er ætlað øllum við áhuga fyri tónleiki, sum vilja hoyra meira um tankarnar aftanfyri tónleikin.KNÚT HÁBERG EYSTURSTEIN, tónleikafrøðingur, fer í eini fyrilestrar- og samrøðurøð at práta við ymsar tónleikarar, sum onkursvegna hava sett síni spor.
Vit hoyra helst okkurt lag eisini hvørt kvøldið. Fuglafjarðar Kvøldskúli og Mentanarhúsið skipa fyri tiltakinum. Kostnaður er 200 kr fyri alla røðina ella 50 kr. hvørja ferð.
Stað: Mentanarhúsið í Fuglafirði www.mh.fo
Gestur til fyrsta “Samrøður um tónleik” týskvøldið 1. nov. verður Eivør Pálsdóttir. OBS! Tiltakið er flutt fram frá hósdegnum 3/11 til týsdag 1/11. Vit sleppa afturum tónleikin hjá Eivør og frætta um nakrar av teimum verkætlanum, ið hon er virkin í sum sangarinna, sangskrivari og tónleikari. Og hvør veit um ikki ein framførsla ella tvær eisini krydda okkum kvøldið?