GG!! Konsertin er útsett!!
Ha-Ha oyggin
“Abbi, kanst tú fortelja eina søgu?” – soleiðis byrjar søgan um Hamstaran og Haruna, sum gerast vinir og fara eina ferð til eina oyggj, tey kalla Ha-Ha oynna.
Á veg út á oynna hitta tey Bævurin, Súluna, Einar Einabúgva, Giraffin og Íkornan sp/f, og tey koma heimaftur á einum flúgvandi teppi.
Søgan og 12 sangir eru nú innspæld, og vikuskiftið 17.-18. februar kemur tónleikasøgan út sum LP
Tað er Kristian Blak, sum hevur skrivað søguna saman við abbadóttrini Rán, og tey, sum hava skapað útgávuna saman við Kristiani, eru abbabørnini og onnur musikalsk fólk sum Jákup Veyhe, Anny Blak, Katrina Olsen, Benjamin Petersen, Sharon Weiss, Mikael Blak, Ari Johannesen, Theodor Kapnas og fleiri onnur.
Kristian Blak hevur gjørt tónleikasøgur fyri – og saman við – børnum í meir enn hálvthundrað ár. Í 2023 bleiv tónleikasøgan Nósi (frá 1983) framførd. Ætlanin var bert at framføra eina ferð, í januar – men har komu áheitanir at framføra fleiri ferðir alt árið 2023 m.a. í Mentanarhúsinum í Mai 2023.
Til konsertina í Mentanarhúsinum koma hesir tónleikarar og sjónleikarar at framføra: Jákup Veyhe, Katrina Olsen, Rán Blak Øster, Anny Blak, Benjamin Petersen, Kristian Blak, Ari Johannesen, Mikael Blak, Per Ingvaldur Højgaard Petersen, Sharon Weiss, Angelika Hansen og Daniel Rye.
Tey syngja og siga frá – og spæla violin, klarinett, blokkfloytu, saksofon, klaver, gittar, bass og trummur.
Søgan er longu at hoyra talgilt á Spotify og øðrum tænastum á netinum:
https://open.spotify.com/album/6R2cbHHpZUvnwgfmTci0HR?si=wescXP4pQ-GhPsm6HqvYsA
Sangir á útgávuni:
1. Hamstarin
2. Gongulag
3. Kornini
4. Vatntaxabævus
5. Giraffur og íkorni
6. Sólin er eitt lítið hús
7. Einar Einabúgvi
8. Smáttan
9. Vestan fyri Mykines
10. Flúgvandi teppið
11. Vinalag
12. Hamstarin II
Tekningar: Alexandra I. Blak, Sharon I. Blak, Rán Blak Øster, Anny Blak, Kristian Blak & Uni Árting