Skip to main content
Loading Tiltøk

Millum makligheit, makt og mammon – Altjóða kvinnudagur FF24

8. mars kl. 18:00 - 22:00

Vit hátíðarhalda aftur altjóða kvinnudagin 8. mars í Fuglafirði

Eins og onnur ár hjúkla vit fyri eygum, oyrum og smakki, tí alt húsið er gjørt út til at vitjandi fáa eina góða uppliving

Kl. 18:00 lata Vínkúllarnir upp í kaféini í Mentanarhúsinum, har ein framsýning hongur uppi í gongini. Byrja vikuskiftið tíðliga við leskiligum mati og drekka t.d. saman við góðum vinkonum

Skráin er sum vant spennandi og fjølbroytt við tónleiki og skemti, framløgum, prátum og kjakum, eins og ressandi inn- og útspørkum, um aktuell evni har vit hyggja at nútíðini og inn í framtíðina.

Ókeypis bussur koyrir úr Havn gjøgnum Eysturoyartunnilin til Fuglafjarðar áðrenn tiltakið byrjar og aftur til Havnar tá tiltakið er liðugt. Tað ber til at koma uppí ymsa staðnis á vegnum.

Av Bursatanga kl. 17.15
Frá Tjóðsavninum kl. 17.30
Frá Løkshøll kl. 17.40
Av Skipanes krossinum kl. 17.50
Úr Gøtudali kl. 17.55

Til ber at bíleggja pláss til bussin á atgongumerkjateiginum her á síðuni.

Eins og onnur ár hjúkla vit fyri eygum, oyrum og smakki á altjóða kvinnudegnum, tí Mentanarhúsið er gjørt út til at vitjandi fáa eina góða uppliving.

Kl. 18 lata Vínkúllarnir upp í kaféini í Mentanarhúsinum, har grafisk verk hjá Nicolinu Højgaard hanga uppi í gongini. Byrja vikuskiftið væl við leskiligum mati og drekka t.d. saman við góðum vinkonum. Vit fáa eisini framúrskarandi tónleik frá Elinborg, og Elisa Vang fær okkum at flenna í kíki!

Á skránni eru trý sofaprát, sum Hansa Hansen hegnisliga leiðir:

Fyrsta sofaprátið hevur heitið ‘Frá skotgrøvum til faklig innlit’ og her verður ein spildurnýggj bók løgd fram, essaysavnið ‘Abort – Grundgevingar fyri rættinum at velja sjálv.’
Vit hitta ritstjórar og rithøvundar: Turið Hermannsdóttir, ph.d., fólkalívsfrøðingur; Turið Nolsøe, ph.d., retorikkari; Katla Heðinsdóttir, ph.d., heimspekingur.

Í næsta sofaprátinum hittast kvinnur við ymsum sjónarvinklum undir heitinum ‘Støður og kringumstøður – er valið frítt?’
Hvørjar støður kunnu ávirka kvinnur í Føroyum, tá tær verða ótilætlað við barn. Luttakarar: Turið Debes Hentze, løgfrøðingur og mediator; Diana Reynstind, serlækni í gynekologi og burðarfrøði; Elsbet Ellingsgaard Magnussen, stjórnmálafrøðingur; og Heidi C. Nielsen, sosialráðgevi.

Í triðja sofaprátinum ‘Hava vit sovið í tímanum? Umsorganarkreppa við javnstøðubrillum’ hitta vit høgtstandandi kvinnur í einum práti um avbjóðingarnar fyri framman.
Hesar eru: Malan Johansen, stjóri í Landsbankanum; Margit Stórá, heilsumálaráðfrúa; Bjørg á Rógvi, borgarstjóri í Vestmanna; Súsanna Olsen, námslektari í samfelagsvísindum, Fróðaskaparsetur Føroya

Harumframt fáa vit sjálvsagt eitt hvast innspark frá Rønn Eliasen, mentanarleiðara í Fuglafjarðar kommunu.

Í november í ár verður kommunuval, og tí kemur Rósa Tyril Gaardlykke, næstforkvinna í Demokratia, við einum ressandi útsparki.

Og ikki at gloyma – ársins Brita skal veljast! Dómsnevndin fær aftur í ár góð uppskot frá lesarunum hjá Kvinnu, men hevur fult frælsi at velja egin uppskot uppá eina Britu. Brita er eitt heiti, sum vit við heiðurinum ognartaka við týdninginum, at hon er ein sterk, framsøkin kvinna, sum er djørv, stendur við sítt og við síni virðir.

Demokratia skipar fyri ókeypis bussi, sum koyrir úr Havn gjøgnum tunnilin til Fuglafjarðar, áðrenn tiltakið byrjar og aftur til Havnar, tá tiltakið er liðugt. Tað ber til at koma uppí ymsa staðni á vegnum. Bussurin koyrir forbí Tjóðsavnið á vegnum norður, og steðgar við Perluna á vegnum suður aftur.

 

Atgongumerki

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Atgongumerki eru ikki longur tøk og hetta tiltak er liðugt.

Útgreining

Dato:
8. mars
Nær / kl.:
18:00 - 22:00
Kostnaður:
Ókeypis – kr.150
Tiltak bólkur:

fyriskipari

Mentanarhusið

Stað

Mentanarhúsið
Karvatoftir 5
Fuglafjørður, 530
+ Google Map