Í døgunum 10. til 20. mars 2024 sýnir e-NÀM sangleikabreytin fram sangleikin “MAMMA MIA” í Mentanarhúsinum.
Sangleikabreytin er fegin um aftur at kunna bjóða til ein stóran og spennandi leik. Henda útgávan av ”MAMMA MIA” er tillagað soleiðis, at leikurin avgjørt kann sigast at vera fyri øll, hóast talan upprunaliga er um ungdómsleik. Sangleikurin er annars bygdur á heimskenda filmin frá 2008.
MAMMA MIA hevur alt tað, ein stórur og góður leikur skal hava: Góðan tónleik, sang, sjónleik og dans – umframt nógva tøkni, ljós og ljóð. Næmingarnir, sum í ár eru umleið 45 í tali, taka sær av øllum hesum við góðari hjálp frá lærarunum, Marjuni Djurhuus og Bárði á Lakjuni. Heimskendi bólkurin, ABBA, eigur sangirnar, og tað munnu vera mong, ið kennast við nógvar at teimum. Leikurin er umleið 2 tímar til longdar.
Fyrsta almenna sýningin verður sunnukvøldið 10. mars kl 19, og skal metast út frá áhuganum fyri skúlasýningunum, sum eisini verða í hesum tíðarskeiði, ja, so er at tryggja sær atgongumerki til almennu sýningarnar í góðari tíð – flestu av skúlasýningunum eru nevniliga longu útseldar!
Almennu sýningarnar eru hesar dagar:
10. mars kl 19
13. mars kl 19
14. mars kl 19
15. mars kl 19
16. mars kl 19
17. mars kl 16 og kl 19
19. mars kl 19
20. mars kl 19
Atgongumerkini kosta:
125 kr fyri vaksin 12 ár og eldri
90 kr fyri børn 11 ár og yngri*
*0-3 ára gomul ókeypis atgongd, um tey sita hjá foreldrum/avvarðandi.