Skip to main content
Loading Tiltøk

« Øll Tiltøk

  • Hetta tiltak er liðugt.

Esben Berg Trio (NO) og Uni Debess & The Tomcats

31. januar kl. 21:00 - 1. februar kl. 01:00

Uni Debess & The Tomcats
Esben Berg Trio (NO) og Uni Debess & The Tomcats í Mentanarhúsinum
Fríggjakvøldið 31. januar kl. 21.00 verður ein spennandi dupultkonsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði við bluesi og jazzi í heimsflokki: Uni Debess & The Tomcats og norski jazzbólkurin Esben Berg Trio.
Uni Debess & The Tomcats hevur verið Føroya fremsti bluesbólkur í meira enn 20 ár. Við teirra serstaka blandingi av blues og rock hava teir vunnið sær ein stóran og trúfastan lurtaraskara. Uni Debess hevur útgivið 13 heildarútgávur og fleiri stakløg, harav nýggjasta útgávan “RED” varð útgivin í heyst. Fleiri av fremstu tónleikarum í landinum spæla við í bólkinum:
Uni Debess – sang, gittar
Edvard N. Debess – bass, kór
Finnur Hansen – orgul, kór
Rógvi á Rógvu – trummur, kór
Esben Berg Trio, mannað av Esben Berg (Norra), Bárði Reinert Poulsen (Føroyar) og Simon Olderskog Albertsen (Norra), verður roknað sum ein av teimum mest innovativu jazztónleikabólkunum úr Norra. Esben Berg er m.a. útnevndur Steinway Artist, sum merkir at hann er partur av einum rættiliga eksklusivum klubba millum mangar av heimsins bestu pianistum. Esben hevur vunnið fleiri virðislønir og framført um allan heim. Í Mentanarhúsinum spælir hann á Steinway-flyglið hjá Mentanarhúsinum, sum sambært fleiri er millum bestu flygil í Føroyum.
Tríggjar útgávur eru komnar frá Esben Berg Trio, og bólkurin er kendur fyri teirra nýmótans og skapandi tulkingar av jazzi.
Vit seta stóra salin upp við kaféborðum og leggja upp til eitt framúr hugnaligt blues- og jazz-kvøld við stórum tónleikaupplivingum. Kom og hoyr hvussu væl okkara flygil kann ljóða, i hondunum á einum sonnum meistara!
Tað ræður um at skunda sær at tryggja sær pláss, tí tað er avmarkað atgongd.
Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo fyri 180 kr. íroknað avgjald á 10 kr.
Prísur við dyrnar 200 kr.

Útgreining

Start:
31. januar kl. 21:00
End:
1. februar kl. 01:00
Atgongumerki:
https://www.facebook.com/events/1325720278566720?acontext=%7B%22event_action_history%22%3A[]%7D

Stað

Mentanarhúsið
Karvatoftir 5
Fuglafjørður, 530
+ Google Map