Hamradun og RSP í Mentanarhúsinum
Mentanarhúsið í Fuglafirði bjóðar øllum til eitt brak av eini tónleikaligari nýggjársveitslu hin 28. desember, tá ið Hamradun og RSP fara á pallin. Hetta kvøldið verður Mentanarhúsið karmur um eitt brak av eini konsert, har tveir av mest elskaðu bólkunum í landinum, Hamradun og RSP, bjóða tað besta av føroyskum kvæðarokki og hiphoppi.
Hamradun, sum í august í ár góvu út sína triðju útgávu, hava staðfest seg sum ein av best dámdu og best spælandi rokkbólkunum í Føroyum. Við einastandandi røddini hjá Pól Arna Holm, sum hóskar so væl til sermerkta kvæða- og vísurokkstílin, hevur Hamradun høgt sítt navn á hjartatalvurnar hjá stórum tali av føroyingum. Bólkurin spældi eina av bestu konsertunum á Summarfestivalinum í ár og hevur júst spælt eina útselda konsert í OY í Havn.
Hin bólkurin hetta kvøldið, RSP, er kendur fyri ólátaða, óskikkiliga og skemtiliga rappið, sum liggur yvir ráu og væl svingandi rútmunum og framleiðsluni hjá Heina Ronnason á Heygun. RSP fáa fólkið á kók. Og tað er tí at bólkurin var eitt av høvuðsnøvnunum á Summarfestivalinum í ár og á G! Festival í fjør. RSP er stutt sagt veitslubólkur nr. eitt millum ung fólk í Føroyum.
Vit gleða okkum at síggja bæði ung og gomul, sum vilja uppliva eitt minniligt tónleikabrak, veitslu og góðan felagsskap – við tveimum bólkum, sum báðir fáa fjøldina upp á gos, annar upp á gólv og hin út á gólv. Eitt perfekt høvi at takka fyri árið, sum fór, og heilsa tí nýggja vælkomnum.
Dyrnar lata upp kl. 21:00, og konsertin byrjar kl. 22:00.
Atgongumerki fáast í forsølu á atgongumerki.fo