Tað er okkum til mikla gleði, at á sjálvari valentinsmessu, hin 14. februar 2025, koma okkara fremstu country nøvn yvirhøvur – og tað við fleiri bátslongdum – Hallur Joensen og Kristina Bærendsen, at spæla fyri okkum í Mentanarhúsinum.
Her er eitt at gera. Bjóða tær sjálvum og unnustu ella unnusta tínum til eitt super kvøld, sum kann lyfta lagið upp um gyltu ljósakrúnurnar, heilt upp á ljósareyðu skýggini, eftir dapra januar mánaðin.
Men plássið er avmarkað og tíðin er stutt, so tað ræður um at gera skjótt av.
Og ikki minst, nú tað stundar til jóla, so vit siga við Kristinu: “Lamma til í jólagávu!!”
Hvat: Hallur Joensen og Kristina Bærendsen spæla konsert
Nær: 14. februar kl 20.00
Hvar: Mentanarhúsið í Fuglafirði
Kostnaður: 250 kr pluss avgjald