Fagnaðarkonsert fyri Stanley

Fríggjakvøldið 3. juli verður Mentanarhúsið í Fuglafirði karmur um forkunnuga fagnaðarkonsert fyri Stanley Samuelsen.
Stanley og summir av okkara allarbestu sangarum koma at framføra sangir, sum Stanley hevur givið út.
Jóhannus á Rógvu Joensen, Kim Hansen og Jósva Debes manna bólkin, ið tryggjar okkum at tónleikurin er av allarhægstu góðsku.
Stanley fylti 30. april 75 ár, umframt at hann eisini fekk handaðan ársins tónleikaheiður á ársins FMA.
Løgini hjá Stanley eru við tíðini blivin fólkaogn í Føroyum.
Tað vilja vit fegnast og frøast um við at fagna honum í heimstaðnum Fuglafirði.
