Summarkonsert við Føroya Symfoniorkestri

Føroya Symfoniorkestur og Mentanarhúsið í Fuglafirði bjóða til eina heilt serliga summarkonsert leygarkvøldið 27. juni kl. 20.00.
Í mun til aðrar konsertir við Symfoniorkestrinum, er hendan skipað meira óformelt sum eitt slag av kafékonsert – har áhoyrararnir sita við kaféborð og kunnu njóta ein kopp ella eitt glas av onkrum góðum. Hetta skal vera eitt nærverandi og avslappað tónleikaupplivilsi, har áskoðararnir koma tættari at tónleikarunum enn vanligt. Umleið 25 strúkarar manna orkestrið til hesa verkætlanina.
Løtt – men krevjandi – skrá
Á skránni er eitt fjølbroytt úrval av styttri verkum eftir Wolfgang Amadeus Mozart, Pyotr Ilyich Tchaikovsky, George Gershwin, Edward Elgar, Caroline Shaw, og Astor Piazzolla.
– “Vit hava lagt okkum eftir at gera eina lætta konsert við styttri, men góðum og samstundis krevjandi verkum,” sigur dirigenturin Catherine Larsen-Maguire.
Eitt serligt hæddarpunkt verður vakra verkið Andante cantabile eftir Tchaikovsky, har Kristina á Váli er solistur.
Altjóða ambitiónir
Menningin hjá symfoniorkestrinum gongur skjótt. Í 2024 spældi orkestrið fyri fullsettari høll í DR Koncerthuset, og nú verður arbeitt fram ímóti eini stórari konsertferð til Týsklands og Danmarkar í 2028.
Málið við slíkari konsertferð er at bera fram og lyfta upp føroyskan tónleik og at geva tónleikarunum møgleikan at spæla í bestu konserthallum í heiminum.
Praktiskt
📍 Mentanarhúsið, Fuglafjørður
📅 Leygarkvøldið 27. juni kl. 20.00
⏱️ Longd: uml. 60 min.
🎟️ Atgongumerki:
Vaksin (18+): 295 kr
Børn og ung (0–17 ár): 155 kr
Næmingar á musikkskúla: 125 kr
KEYP ATGONGUMERKI HER
