Útgávukonsert: Poulsen Brothers & Óskar Guðjónsson + Bárður á Lakjuni

Fríggjakvøldið 29. mai verður útgávukonsert av plátuni “Sál” hjá Poulsen Brothers og navnarframa íslendska saxofonleikaranum Óskar Guðjónsson (Mezzoforte, AdHd) í Mentanarhúsinum. Bárður á Lakjuni hitar upp.
Brøðurnir Bárður og Pauli Reinter Poulsen eru uppvaksnir í einum heimi, sum var fult av ljóðførum og tónleiki. Teir hava báðir, hvør í sínum lagi, verið úti í verðini og lisið tónleik – Pauli í USA og Týsklandi, Bárður í Noregi – og búgva nú báðir endiliga aftur á sama postnummari. Umframt Poulsen brøðurnar og Óskar Guðjónsson telur bólkurin eisini trummusnillingin Rógva á Rógvu, ið vit kenna frá bólkum sum Plúmm, Terja og Føstufressum o.m.ø..
“Sál” varð innspæld í Sjónleikarhúsinum í Havn. Tónleikurin er instrumentalur, og bera tey 9 løgini brá av norðulendskum jazzi við íslettum frá 90’ara New York post-bop tónleiki.
Tað er TUTL sum gevur “Sál” út. Høvi verður at ogna sær plátuna á konsertini.
Men áðrenn Poulsen Brothers við Óskar Guðjónsson fara á pallin, leggur Bárður á Lakjuni fyri við einum solo setti.
Tónleikarar:
Óskar Guðjónsson, saxofon
Pauli Reinert Poulsen, gittar
Bárður Reinert Poulsen, kontrabass
Rógvi á Rógvu, trummur

