Skip to main content
Loading Tiltøk

Fuglafjørður – 100 ár á baki við stórum braki

1. september, 2018 kl. 19:30 - 2. september, 2018 kl. 18:00

Sangglaði Fuglafjørður hevur fostrað nógvar sangskattir – um Fordar og flugur, um at ganga tryggur og at dansa tango, um summar og um mortítlingar og mangar aðrar. Í sambandi við at kommunan fyllir 100 ár, verður ein partur av hátíðarhaldinum ein spennandi og fjølbroytt konsertuppliving, sett saman til høvi. Har sleppa vit at uppliva núlivandi tónleikarar spæla egnar sangir, umframt løg og tekstir hjá teimum undanfarnu, við undirspæli frá einum húsorkestri við nøkrum av bestu tónleikarunum í landinum. Dánjal á Neystabø samskipar hesa stórfingnu verkætlan.
Við á konsertini vera: Stanley Samuelsen, Bárður á Lakjuni, Alexandur Kristiansen, Gentukórið, Maria á Lakjuni, Røkkvi, Niels Midjord, Lív Næs, Jógvan Joensen, Jógvan á Lakjuni, Fuglafjarðar sangkór, Frits Johannesen, Siloa kórið, Vega, Benjamin Petersen, Jan Rúni Poulsen, Eyðun á Lakjuni, Jákup á Lakjuni, Helgi Midjord, Óli Johannesen, Poul Jákup Lundsberg, Linda Toftegaard, Johan Hentze, Magnus Jacobsen, John Højbye, Ismar Joensen, Evald Johannesen, Hans Jakup á Brúnni og Victor Danielsen. Eisini síggja vit list frá: Frits Johannesen, Øssuri Mohr, Kristinu Joensen, Heðini Kambsdal og Helgu Midjord.

Kom og hoyr, síggj og uppliv Fuglafjørð gjøgnum 100 ár við teimum flestu av teimum bestu.

Vælkomin við á tónleikaferð í Mentanarhúsinum, nú Fuglafjarðar kommuna hevur 100 ára hald 1918 – 2018.

Framført verður soleiðis á Mentanardøgunum:

Leygardagur 1. september 19.30

Sunnudagur 2. september 16.30

Sunnudagur 2. september 18.15

 

 

Útgreining

Start:
1. september, 2018 kl. 19:30
End:
2. september, 2018 kl. 18:00
Tiltak bólkur:

Stað

Mentanarhúsið
Karvatoftir 5
Fuglafjørður, 530