Lea kampmann spælir í svimjihøllini í Fuglafirði 1. september. Við sær hevur hon tríggjar tónleikarar, sum saman við henni skapa eitt atmosferiskt univers mitt í bláa rúminum, við røddum, trompet, saxofon, klaver og øðrum góðum.
Lea gav út fyrstu EP sína í oktobur 2017, útgávan var við til at tryggja Leu heitið sum ársins bólkur ella einstaklingur á FMA fyrr í ár.
Hon fer ivaleyst at spæla løg av útgávuni, men eisini verður nýtt tilfar at hoyra.
Konsertin er partur av Mentanardøgunum í Fuglafirði, ið eru dagarnar 31. august til 2. september.
Konsertin er ókeypis, men til ber at avleggja sær pláss á www.atgongumerki.fo ella her á síðuni.