Skip to main content
Loading Tiltøk

Páll Finnur Páll og VSJ

1. september, 2018 kl. 23:00

Páll Finnur Páll: 
Hittsmiðirnir úr Páll Finnur Páll fara at fylla Mentanarhúsið við sínum vælsnaraða poppi leygarkvøldið 1. september kl. 23.00

Fáir bólkar í Føroyum hava so høga syngið-við góðsku sum Páll Finnur Páll, tí verður uttan iva talan um eitt festligt kvøld við Bermonnum, forelskaða sjónleikaranum, grannanum, teimum á Herberginum, Gulldamuni, Randi, Rasputin og øllum hinum.

Røðin av útgávum hjá Páll Finnur Páll er føroysk poppsøga í livandi líki, og soleiðis er eisini við nýggju løgunum, ið bólkurin júst hevur latið úr hondum. Hóast bólkurin komandi ár er 20 ár, so boða nýggju løgini hvørki frá metaltroyttleika ella vaksnamannalótum, enn líka feskir sum áður og enn á toppinum. 

VSJ:

VSJ er nýggjur tónleikabólkur, sum spælir fangandi og modernaðan popptónleik.

Sangirnir The Road og Solution hava verið kynt undir áhugan fyri bólkinum, sum nú eisini er farin at hava live-framførslur.

Hetta er ein av spenanndi spírunum í føroyskum popptónleiki, og næstu tíðina koma nýggir sangir frá bólkinum.

Høvuðsmaðurin í VSJ er Villiam Joensen á Toftum, sangari er Dávur á Reynatrøð í Leirvík, og afurat sær hava teir Fríða Bjarkhamar, sum spælir trummur, og Høgna Jógvansson, sum spælir bass.

Konsertin er partur av Mentanardøgunum í Fuglafirði, ið eru dagarnar 31. august til 2. september. 

 

 

Útgreining

Dato:
1. september, 2018
Nær / kl.:
23:00
Tiltak bólkur:

Stað

Mentanarhúsið
Karvatoftir 5
Fuglafjørður, 530
+ Google Map