Á vári 2019 hittust Sámal Petersen og Axel Freier á einum skeiði fyri Suzuki-violinnæmingar í Belgia. Sámal var lærari og Axel klaverfylgispælari á skeiðnum. Aftan á skeiðið samdust teir um, at tað kundi verið stuttligt at spælt allar 10 Beethoven violinsonatirnar á trimum konsertum í Føroyum og Belgia í sambandi við 250 ára føðingardag Beethovens í 2020. Vegna farsóttina fall ætlanin tó til jarðar.
Nú hava teir báðir avgjørt at framføra tvær konsertir í Føroyum. Ta fyrru í Mentanarhúsinum í Fuglafirði og ta seinnu í Norðurlandahúsinum.
Axel Freier er 28 ára gamal. Hann er útbúgvin klaverleikari og virkar mest sum klaverfylgispælari í Belgia, Hollandi og Frankaríki. Axel spælir saman við sangarum, violin- og sellospælarum. Síðan 2021 hevur hann verið klaverfylgispælari fyri violin og bratsj næmingar á konservatoriinum í Leuven í Belgia.
Sámal Petersen er 57 ára gamal. Hann er útbúgvin í Odense við víðari lestri í Wien. Sámal flutti heim til Føroya í 1995 og var við til at stovna Aldubáruna. Harumframt hevur hann verið konsertmeistari í Føroya symfoniorkestri síðan 1995.