Skip to main content
Loading Tiltøk

Konsert: Vágaverk

11. november, 2023 kl. 20:00 - 22:00

Vágaverk trýna á pall í Mentanarhúsinum!

Vágaverk er samstarv millum tveir tær mest markantu synirnar, ið Vágoyggin nakrantíð hevur fostrað, nevniliga Sámal Ravnsfjall og Jóan Jakku Guttesen.

Nýggjasta útgávan “Ivavegur” var í uppskoti til fleiri FMA heiðurslønir í ár og annar oddamaðurin Jóan Jakku Guttesen fekk tónleikaheiðurin, fyri sítt arbeiði í m.a. Vágaverk, Tinganest, Guttesen og Stongum og sum einstaklingur.

Jóan Jakku gjørdist kendur sum høvuðsmaður í slóðbrótandi føroyska kultbólkinum Tinganest, áðrenn hann sum einstaklingur gav fløguna “Jakkin” út.

Sámal Ravnsfjall er upprunaligi føroyski trubadururin eitt slag av føroyskum Bob Dylan. Hann hevur sungið, spælt gittar og munnharpu í ein mansaldur, livað sum gøtutónleikari í suðurevropa, spælt sum einstaklingur og í bólkum.

Saman raktu Jóan Jakku og Sámal longu á fyrstu fløguni Vágaverk føroysku fólkasálina mitt á snútan, hetta er ikki bert serføroyskur tónleikur, hetta er Vágasoundið í sínum fullkomna líki. Síðan tá eru tvær útgávur komnar afturat, og á nýggju EP’ini er bólkurin enn trúgvur móti upprunanum.

Vágaverk er kanska margháttligasti superbólkur í Føroyum, og tað er ikki uttan orsøk, at vit gleða okkum at hoyra teir í Mentanarhúsinum.

Afturat Jóan Jakku og Sámal eru Vágaverk mannaðir av:
Trummur: Ronnie Nielsen
Bass: Jón McBirnie
Guitar: Leivur Thomsen
Guitar: Ólavur Øster
Tangentar: Kim Hansen

Vælkomin í Mentanarhúsið

Atgongumerki

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Atgongumerki eru ikki longur tøk

Útgreining

Dato:
11. november, 2023
Nær / kl.:
20:00 - 22:00
Kostnaður:
kr.95 – kr.195
Tiltak bólkur:

fyriskipari

Mentanarhusið

Stað

Mentanarhúsið
Karvatoftir 5
Fuglafjørður, 530
+ Google Map