Tað verður hervið gjørt kunnugt, at býráðsfundur verður hildin í ovara sali í Mentanarhúsinum móti bátahavnini hósdagin tann 29. august 2019 kl. 19.00 við niðanfyri standandi dagskrá:
1. 1. viðgerð av uppskoti til fíggjarætlan kommununar fyri 2020 – karmar – og tilmæli frá fíggjarnevndini í málinum.
2. Eykajáttan til íløgur og rakstur í ansingarstovnin «Stropan» á Kambsdali og tilmæli frá sosialu nevndini og fíggjarnevndini í málinum.
Fuglafjørður, tann 23. august 2019
Fuglafjarðar býráð
Sonni á Horni
borgarstjóri