Í sambandi við Harmonikufestivalin í Fuglafirði 23-25. september, koma akkordionsnillingarnir, Svetlana Stavitskaya og Vladimir Ushakov til Føroyar at spæla framkomnan harmonikutónleik í Mentanarhúsinum.
Tvíbólkurin við harmonikusnillingunum, Vladimir Ushakova og Svetlana Stavitskaya, er víðgitin. Tey bæði hava spælt í umleið 20 ár saman og hava ført fram ljómleik í mongum londum og ríkjum, umfatandi Russland, Hvítarussland, Moldova, Estland, Letland, Litauen, Finnland, Danmark, Svøríki, Poland, Týskland, Italia og Stóra Bretland.
Tónlistarliga spenna tey víða og hava umfatandi tónleikaskrá við klassiskum tónleiki, popp-løgum, jazz-musikki, rokk-tónum og fólkatónleiki. Tvíbólkurin hava eisini spælt í samband við týðandi altjóðaðar stórpolitiskar fundir og fingið persónligar tøkkir frá ríkisovastum fyri sítt frálíka góða spæl. Hetta hendi í 2001, tá presidenturin í Russlandi og týski kanslarin hittust í St. Pætursborg.
Vladimir og Svetlana hava spælt í fleiri tónleikabólkum og hava vunnið fleiri heiðursmerki í samband við altjóðað kappingar. Í árinum 2003 vunnu tey hægstu viðurkenning í internationalu kappingini við heitinum: ”Citta de Castelfidardo”. Kappingin fór fram í Italiulandi og tónleikurin, sum tey spældu, var komponeraður av kenda argentinska tónaskaldinum og orkesturleiðaranum, Astor Piazolla.
Fjølbroyttur tónleikur frá tvíbólkinum er at finna á youtube og kunning á fb – :https://www.facebook.com/ushakov.vladimir
Tilber at keypa atgongumerki til Harmonikufestivalin her á síðuni.