Leygardagin 17. august verður politikkur settur á breddan í Fuglafirði. Seinnapartin eru politisku flokkarnir uttanfyri Mentanarhúsið og áhugafeløg inni í húsinum, eisini er speakers corner. Um kvøldið verður so kjakkvøld í sjálvum Mentanarhúsinum.
Við at savna flokkar og áhugafeløg er grundin løgd til kanska mest livandi og vælgrundaða politiska kjakið í hesum valstríðnum, og er væntandi, at fólk kemur frá nær og fjar.
Kjakfundurin byrjar kl. 19.00 og verður skipaður av Jón Brian Hvidtfeldt. Vit taka støðið bæði í landspolitiskum og lokalt viðkomandi evnum.
Politikkur er eisini á breddanum seinnapartin, við agitering á torginum uttanfyri Mentanarhúsið frá kl. 16.00 – 18.00. Politisku flokkarnir fáa høvið at seta upp ein bás og breiða sín boðskap haðani.
Í ovara sali í Mentanarhúsinum ber til at hitta ymisk áhugafeløg, ið á hvør sín hátt royna at seta sín dám á valstríðið.
Væntandi nýta bæði politikkarar, vónrík uppstillaði og umboð fyri áhugafeløgnini høvið at brúka okkara speakers corner hesa løtuna. Fyri fólk við áhuga í politikki verður trupult at halda seg burtur.
Føroya Bjór og Okkara vera á torginum og bjóða teimum vitjandi eitthvørt leskandi at styrkja mussaskøðið.