Aftur í ár er høvi hjá okkum at bjóða nakrar serstakar konsertir í samband við Summartónar 2017.
Hesaferð er tað ein dupultkonsert við fleiri spennandi nøvnum!
Fyrst kemur dugnaliga sangarindan Jasmin saman við Vinjar Egilsnes Petersen (piano), Bergur Fonsdal Johannesen (bass) og Jósef Magni Heinesen (drums) at spæla løg hjá Jasmin sjálvari.
Síðani fara MonkeyRat and the Hentze Horns at undirhalda okkum við teirra heilt serligu løgum í funk/jazz stílinum.
Í bólkinum eru:
Anna Iachino á sang
Arnold Ludvig á bass
Rúni Eysturlíð á gittar
Tórður Dam Jacobsen á trummum
Johan Hentze á trompet
Rúni Hentze á trompet
Matthias Kjølbro á saksofon
Milja Matras Niclasen á trombone
Backing vocals: Jasmin
Kafein verður sjálvandi eisini opin.
Atgongumerkir á 50,- kr fáast við dyrnar