Fríggjakvøldið 7. juli, fara vit inn í ein Beatles heim, við fagnarkonsert fyri Sgt. Pepper plátuna, ið fyllir 50 ár og Paul McCartney, ið fyllir 75 ár.
Mentanarhúsið í Fuglafirði verður karmur um konsertina, har bólkurin Beatles Forever tulkar nokk heimsins størsta rokkbólk.
Beatles Forever eru sangarindan Karoline Budtz og gittarleikarin Søren Bødker Madsen. Tey bæði eru kend sum tónleikaligu kreftirnar aftanfyri sjónvarpsrøðina hjá DR um the Beatles og tónleik teirra.
Í fjør vitjaðu tey í Føroyum á fyrsta sinni, og nú koma tey aftur við fagnaðarkonsertini til McCartney og Sgt. Pepper plátuna, ið ferð eftir ferð er kosin at vera heimsins besta popp/rokk útgáva.
Konsertin verður fjølbroytt – skiftandi millum frásagnir um the Beatles, og tulkingar av teim ódeyðiligu Beatles-løgunum
Søren Bødker Madsen er útbúgvin á Jyska Musikkonservatoriunum, umframt í Basel og Wien. Hann hevur vunnið altjóða gittarkappingar, givið út 15 fløgur, og hevur spælt nógv bæði í Danmark og í øðrum londum.
Karoline Budtz er útbúgvin sum rútmiskur sangari á Jyska Musikkonservatoriunum. Hon fevnir víða sum sangari, og syngur m.a. bæði jazz og í kirkjum.
Saman hava tey givið út fløguna Blackbirds við tulkingum av Beatles løgum, umframt at vera við í higartil 20 pørtum av sjónvarpsrøðini: Beatles Forever.