- Hetta tiltak er liðugt.
Summartónar – Nordic Guitar Duo, Jósef Zachariassen og Hernan Lugano
20. juli, 2017 kl. 20:00 - 21:00
Aftur í ár hava vit høvi at bjóða nakrar serstakar konsertir í samband við Summartónar 2017.
Hesaferð eru tað Nordic Guitar Duo, Jósef Zachariassen og Hernan Lugano, sum koma á vitjan.
Teir, ið manna Nordic Guitar Duo, eru Alvi Joensen á guitar og Max Näpel á guitar.
Jósef Zachariassen og Hernan Lugano spæla klaver.
Atgongumerkir á 50,- kr fáast við dyrnar.
Kafein í Húsinum er sjálvandi eisini opin.
