Skip to main content
Loading Tiltøk

Summartónar við Mattias Kapnas

16. juni, 2019 kl. 16:00

Í sambandi við summartónar 2019 verður konsert við Mattias Kapnas sunnudagin 16. juni í Mentanarhúsinum.
Mattias Kapnas, f. 1991, er útbúgvin klassiskur pianistur frá Kongeliga Danska Musikkonservatoriunum. I 2014 vann hann føroysku “Stella Polaris” kappingina. Sama ár fekk Mattias heiðurslønina “Ársins unga listafólk” frá mentamálaráðnum. Í heyst 2015 var Mattias fyri fyrstu ferð við í føroyska symfoniorkestrinum. Mattias gav í 2017 út fyrstu fløgu sína við nýkomponeraðum klavertónleiki úr Føroyum. Umframt klassiskan tónleik hevur Mattias spælt saman við nógvum tónleikarum úr fleiri ymiskum tónleikagreinum. Mattias fekk í 2018 heiðurslønin ársins listafólk í opnum bólki á Faroese Music Awards.

Útgreining

Dato:
16. juni, 2019
Nær / kl.:
16:00
Tiltak bólkur:

Stað

Mentanarhúsið
Karvatoftir 5
Fuglafjørður, 530