Skipað verður fyri vikuskiftisskeiði í rødd og framburði av teksti í Mentanarhúsinum 24.-26. mei.
Fríggjadag 24. Kl 19-22
Leygardag 25. Kl 10-16
Sunnudag 26. Kl 12-18
Arbeitt verður útfrá arbeiðsháttinum hjá Nadine George, frá Voice Studio International í London. Sí meira á www.voicestudiointernational.com.
At læra at brúka rødd og kropp er alfa og omega hjá einum sjónleikara. Arbeitt verður við at geva luttakaranum eitt innlit í, hvussu ein kann arbeiða við at menna røddina, finna sína persónligu styrki og fáa størri nærveru á pallinum.
Arbeitt verður bæði í bólki og við hvørjum einstøkum luttakara. Hesin teknikkurin tekur støði í hvørjum einstøkum, og arbeitt verður við at menna teg, júst har tú ert beint nú.
Tekstir verða sendir luttakarum frammanundan.
Kostnaður er 400 kr.
Tilmelding: Súsanna Torgarð, sjónleikari tlf. 229740 ella kvoldskulin@fuglafjordur.fo tlf. 238010